Danski flokkurin De Konservative heldur, at Danmark átti at havt eitt sjálvstøðugt stjórnarráð, sum fæst við Ríkisfelagsskapin. Hetta ráðið skal virka til at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark.
– Ráðið fær til uppgávu at styrkja samstarvið innan fyri øll øki, men serliga innan útbúgving, mál, vinnu, heilsu og flytføri millum londini, skrivar flokkurin í uppskoti.
Ein avbjóðing er, sambært teimum konservativu, at londini vita ov lítið um hvørtannað. Tí eigur Danmarks Radio eisini at hava fleiri sendingingar um Grønland og Føroyar, og eisini skulu londini í ríkisfelagsskapinum fylla meira í undirvísingini í danska fólkaskúlanum.
– Donsk børn skulu læra meira um Grønland og Føroyar, t.d. landafrøði, stýrisskipan, mentan og søgu, sigur flokkurin sambært Ritzau.
Ráðharrin í hesum nýggja ráðnum skal eisini helst vera úr annaðhvørt Grønlandi ella Føroyum, og fyri at ráðið kann fáa ávirkan, skulu sonevnd Rigsfællesskabskontorer – ríkisfelagsskrivstovur – setast á stovn í fleiri býum á bæði grønlendskum og føroyskum øki, siga tey konservativu.
Býir, sum verða nevndir, eru, umframt Havnin, grønlendsku býirnir Nuuk, Ilulissat, Qaqortoq, Aasisiaat, Sisimiut, og Tassilaq. Eisini eiga líknandi skrivstovur at vera í Danmark, verður sagt.
Flokkurin hevur skotið upp, at 20 milliónir krónur árliga verða settar av til rakstur. Hendan upphæddin skal leggjast afturat játtanini, sum framanundan er sett av til at taka sær av ríkisfelagsskapsmálum í danska uttanríkismálaráðnum.
Samlaðu útreiðslurnar eru, sambært uppskotinum, 113 milliónir krónur árliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald