Uttanlands

Demokratarnir vinna stórt - bæði í senatinum og umboðsmannatinginum

USA hevur av álvara vent sær í nátt, og í fleiri republikanskar háborgnir eru feldar. Forsetin fær avgjørt sín part av skuldini, og skal hann næstu tvey árini arbeiða við mótstøðuflokkinum í meiriluta í Kongressini.

Donalt Trump og hansara flokkur megna ikki at varðveita samlaða valdið - miðskeiðisvalið koppaði av álvara hinvegin (Mynd: EPA)

Donalt Trump og hansara flokkur megna ikki at varðveita samlaða valdið - miðskeiðisvalið koppaði av álvara hinvegin (Mynd: EPA)

2026-11-04 08:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður skýrt at vera ein "blá tsunami": Ein demokratiskur stórsigur og politiskur skelkur í USA

Seinastu tvey árini hevur republikanski flokkurin havt meiriluta í báðum síðum í Kongressini: Í sentalinum og í umboðsmannatinginum (House of Representatives). Hetta umframt at hava havt Hvítu húsini - forsetan.

Donald Trump hevur tvey ár eftir í sætinum, men skjótt skal hann arbeiða við mótstøðuflokkinum í meiriluta í Kongressini - stórum meiriluta.

Í skrivandi løtu er ikki alt talt upp, men av tí sum er púra greitt, eiga demokratarnir ein meiriluta. Tað eru ikki allir statir, sum høvdu val týskvøldið. Summir hava aftur um tvey ár.

Í Senatinum, har 100 limir eru, standa republikanarar til at missa sjey limir og harvið meirilutan. Í Umboðsmannatinginum, har 435 limir eru, hava demokratarnir longu tryggjað neyðuga meirilutan. Nú er 225-136 til flokkin við bláum.

Fleiri óvæntað úrslit - pílurin peikar móti Trump

Demokratarnir fara at yvirtaka, og tað er millum annað við ógvuliga óvæntaðum sigrum í South Carolina, Texas og Kansas. Í hesum statum verður tað fyrstu ferð í ávikavist 28, 38 og 94 ár, at ein demokratur senatorur vinnur. Tað kom serliga óvart á, at republikanska háborgin Kansas skifti síðu - ein statur sum altíð velur republikanskan forseta o.s.fr. Men nú sigraði Adam Hamilton.

Í veljarakanningum og metingum áðrenn varð roknað við, at demokratarnir fóru at vinna Umboðsmannatingið, meðan Senatið sá trygt út. Men við sigrum sum teimum omanfyrinevndum, fer tað at vera 54-42 til demokratiska flokkin í tí eina kamarinum í Kongressini. Har eru tveir limir uttanveltaðir.

Greiningarnar eru farnar í gongd, og umframt veik valevni í nøkrum statum peikar pílurin ein veg: Móti Hvítu Húsunum.

Donald Trump hevur verið meira trýstir seinastu tíðina. Serliga vegnar prísir í landinum og kríggið við Iran. Forsetin hevur longu, í telefonsamrøðu við Fox News, viðurkent at hann sjálvur eigur sín leiklut. Serliga í mun til kríggið í Iran.

Forsetin peikar tó eisini móti miðlunum og veikum valevnum í fleiri statum. Hann sigur seg nú taka úrslitið til eftirtektar og "gleðir seg til samstarvið" við demokratarnir. Forsetin verður noyddur at gera avtalur við demokratiska meirilutan í Kongressini - í summum førum fer tað tó at enda við Veto.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder