Mentan

"Den, der lever stille" í Filmsfelagnum

Mikudagin 12. apríl sýnir Filmsfelagið nýggja danska filmin um rithøvundan Leonoru (Frederikke Dahl Hansen), sum eftir ein miseydnaðan uppvøkstur slítur sambandið við foreldrini

2023-04-12 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld, mikudagin 12. apríl, sýnir Filmsfelagið nýggja danska filmin "Den, der lever stille".

Danski leikstjórin Puk Grasten (f.1986), sum er dóttir framleiðaran Regner Grasten, hevur gjørt film úr sjálvævisøguligu metsølubókini hjá Leonoru Christinu Skov, ”Den der lever stille”, sum í 2018 fekk virðislønina De Gyldne Laurbær frá donsku bókahandlarunum, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

Hetta er søgan um rithøvundan Leonoru (Frederikke Dahl Hansen), sum eftir ein miseydnaðan uppvøkstur slítur sambandið við foreldrini. Í sjónvarpinum sær hon, at mamman (Sarah Boberg) hevur fingið bróstkrabba og er flutt á hospice. Leonora fer nú at ivast í minnunum frá barnaárunum, og hvat mundi vera veruleiki og uppspinn. Pápin í filminum er Jens Albinus.

Leonora Christina Skov (f.1976), sum hevur skrivað djúpt persónligu søguna, sigur at nýggi filmurin fullfíggjar lesiupplivingina í bókini.

Puk Grasten, sum er útbúgvin í Æbeltoft, París og New York, hevur gjørt filmin í egnari tulking eftir samnevndu bókini. Hon hevur fyrr gjørt filmin 37. Í 2017 fingu hon og Christian Tafdrup sonevndu Dreyer-virðislønina, skrivar Filmsfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder