Innanlands

Depilin í Rólantsgøtu latin upp

Á nýggja deplinum eru pláss fyri 27 fólkum, og tikið verður ímóti fyrstu borgararunum mánadagin

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-04-29 23:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint við Dalin Langa er fyrsti umlættingar- og endurmenningarstovnur av sínum slagi í landinum latin upp. Móttøka var seinnapartin.

Á nýggja deplinum eru pláss fyri 27 fólkum, og tikið verður ímóti fyrstu borgararunum mánadagin.

Depilin hevur fingið heitið URD, og hevur kostað góðar 90 milliónir krónur.

- Nú hesin stovnurin letur upp, verður øll umlætting og samdøgursendurmenning savnað í einum nýmótans depli, sum millum mangt annað hevur góðar venjingarumstøður, og sum skal hjálpa borgarum í kommununi at endurvinna og viðlíkahalda førleikar so tey kunnu liva eitt virki lív í egnum heimi sum longst.

- Aftrat hesum er at nevna, at Demensdepilin á Tjarnargarði lat upp herfyri - hann tekur sær av demenssjúkum borgarum burturav og veitir millum annað umlætting til borgarar við demens, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í røðu til móttøkun

- Umlættingarpláss og pláss í samdøgursendurmenning eita nú eisini »stutttíðarpláss«, sum er eitt tíðaravmarkað uppihald, har tú kanst fáa hjálp alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið,samsvarandi tínum tørvi.

- Tilboðið vendir sær til allar fólkapensjónistar, sum búgva í Tórshavnar kommunu, ið hava tørv á røkt og umsorgan alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið, segði borgarstjórin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder