Innanlands

Depilin til eldri í Hoyvík væl áleiðis

Slóðbrótandi verkætlanin at byggja depil fyri umlætting og endurvenjing í Rólantsgøtu í Hoyvík til eldri borgarar gongur væl, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-01-26 13:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

MT Højgaard saman við Lofti arkitektum átti vinnandi uppskotið.

Depilin er liður í arbeiðnum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at veita mennandi tilboð til heimabúgvandi eldri borgarar, samstundis sum økt verður um føstu búplássini á røktarheimi.

Roknað verður við, at umleið 150 borgarar koma at hava uppihald á deplinum um árið. Serliga nógv er gjørt burturúr hentleikum og umstøðum til felags tiltøk og venjingar, við serliga góðum hølum til ergo- og fysioterapi.

Samdøgursrehabiliteringin er týðandi liður í at menna og styrkja heimabúgvandi borgarar til framhaldandi at liva eitt virkið og gott lív heima, skrivar hemasíðan hjá kommununi.

Bygningurin verður sera snotiligur, búrúmini eru góð og hava øll egið wc og bað umframt atgongd til terassu og harfrá víðari til fríøkið kring bygningin. Mest sum øll búrúmini hava eisini útsýni yvir Dalin Langa. Eisini eru góð høli til felags aktivitetir í bygninginum.

Bæði innan- og uttandura er hugsað um at skapa bestu karmar soleiðis, at umlættingin og endurvenjingin verður so góð og gevandi sum gjørligt fyri borgaran. Tá umlættingar- og rehabiliteringsdepilin er liðugur, verða verandi umlættingar- og rehabiliteringspláss á Boðanesheiminum og á Lágargarði flutt í nýggja bygningin.

Arbeiðið við mold, spreinging og planering er liðugt og stoypiarbeiðið gongur væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder