
Tvey fólk í Føroyum eru deyð lutfalsliga stutt eftir tey eru koppsett móti korona.
Tað kom fram í nýggjastu útgávuni av Blaðnum Vikuskifti, sum varð givin út í morgun.
Leggjast skal afturat, at kanningarnar ikki eru lidnar enn, og tí er ikki møguligt at gera nakra niðurstøðu, um tað er koppsetingin, sum hevur verið viðvirkandi orsøkin til deyðstilburðirnar.
Men tað ber ikki til hjá landslæknanum at upplýsa aldurin á teimum deyðu. Hesir upplýsingar verða mettir sum viðkvæmir persónsupplýsingar eftir sum tilburðirnir eru so fáir, og verða tí ikki upplýstir.
Landslæknin upplýsir, at annar deyðstilburðurin hendi 14 dagar eftir koppseting og hin millum eitt og tvey samdøgur eftir koppsseting.
7345 fólk í Føroyum hava fingið fyrra prikið við koppingarevni móti korona, og 4149 av teimum hava fingið seinna prikið. Í Føroyum hava vit higartil bara koppsett við koppingarevni frá Pfizer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald