Uttanlands

Deyðstalið á Filipsoyggjunum komið upp á 50

Eftir ódnin, Phanfone rakti oyggjalandið á jólum, eru 5 fólk saknað, og næstan 150 særd

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-12-31 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á fólkum, sum hava latið lív orsakað av ódnini Phanfone, sum rakti Filipsoyggjarnar á jólum, er nú komið upp á 50.

Harumframt eru fimm fólk saknað, og talið av særdum er næstan komið upp á 150, skrivar DR.

Tað er serliga í Visayas-økinum, at ódnin hevur elvt til skaða á bygningar og undirstøðukervið.

Boðað verður frá, at fleiri enn 300.000 hús eru oyðiløgd ella hava fingið skaða.

Tilsamans vóru fleiri enn tvær mió. fólk rakt av Phanfone, og máttu uml. 80.000 fólk flytast burtur úr heimi sínum at halda nýggjár í neyðskjólum.

Í miðal verða Filipsoyggjarnar raktar av 20 ódnum og stormum um árið, og í nógvum førum doyggja fólk í illveðrinum. Eitt dømi um hetta er tropiska ódnin Haiyan, sum rakti oyggjalandið í 2013. Tá lótu uml. 7.300 fólk lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder