Innanlands

Deyðstalið í Fraklandi er nú yvir 19.000

Tó heldur talið av fólkið, ið hava tørv á intensivari viðgerð, fram við at lækka

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-04-18 20:01 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fronsku myndugleikarnir boða frá, at 364 fólk hava latið lív við koronasmittuni seinasta samdøgrið, og hetta fær samlaða talið uppum 19.000 skrivar BBC.

Samlaða talið av smittaðum í Fraklandi nærkast 112.000, meðan 19.323 eru deyð við smittuni.

Tó bera myndugleikarnir í landinum eisini góð tíðindi. Fyri tíggjunda dagin á rað minkar talið av fólkið, ið hava tørv intensivari viðgerð, siga fronsku heilsumyndugleikarnir.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder