Uttanlands

Deyðstalið í USA er nú hægri enn í Italia

Yvir 500.000 fólk eru smittað við koronavirussinum í USA, og landið hevur nú hægsta deyðstalið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-04-11 21:00 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

USA er nú tað landið har flest eru skrásett deyð við koronasmittuni. Tað skriva Reuters, sambært TV2.

Í USA er deystalið nú omanfyri 19.600, meðan tað í Italia eru 19.468 skrásett deyð við Koronasmittuni.

Samstundis hómast tó vón í New York, ið er harðast rakt í USA. Guvernørurin í statinum Andrew Cuomo upplýsti leygardagin, at talið av innleggingum heldur áfram við at minka.

Stórbýurin New York City hevur eisini gjørt av, at kommunalir skúla verða verandi afturlatnir tað sum eftir er av skúlaárinum. Frammanundan hava 12 aðrir statir, millum annað Kalifornia og Pennsylvania, eisini boða frá, at allir kommunalir skúlar verða verandi afturlatnir.  

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder