2019-01-22 09:52
Rovini av einum deyðum umleið 12 metra longum avgusti eru skolað upp á eina strond á vestursíðuni av oynni Unst, norðast í Hetlandi.
Umboð fyri skotska náttúrustovnin, Scottish Natural Heritage sigur við heimasíðuna Shetland News, at stórhvalurin er ikki til ampa fyri nakran, og verður tí liggjandi.
Myndin av deyða stórhvalinum varð tikið leygarmorgunin. Ætlanin er at taka vevnaðar- og dna sýni av hvalinum, skrivar shetnews.co.uk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald