Innanlands

Diabetesfelagið: Nevndin heldur fram

Á aðalfundi hjá Diabetesfelagnum hóskvøldið varð boðað frá, at fyrireikandi arbeiðið hjá samgonguni at fáa eina føroyska diabetesmiðstøð setta á stovn í Føroyum er byrjað

Nevndin (Mynd: Diabetesfelagið)

Nevndin (Mynd: Diabetesfelagið)

2020-06-06 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið hevði Diabetesfelagið aðalfund í Megd-húsinum, og har varð avgjørt, at nevndin, sum sat frammanundan, heldur fram.

May-Britt Skoradal, Birita Samuelsen, Allan Terji Skaalum, Mourits Joensen og Marna Ingeborg Hentze fara nú at skipa seg, boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

May-Britt Skoradal, sum síðani 2016 hevur verið forkvinna í felagnum, segði i ársfrásøgnini, at fyrireikandi arbeiðið hjá samgonguni at fáa eina føroyska diabetesmiðstøð setta á stovn í Føroyum er byrjað. Hon greiddi limunum frá, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur boðið Diabetesfelagnum at vera við í einum arbeiðsbólki, har umboð fyri Heilsumálaráðið, Novo Nordisk-grunnin og fakfólk á økinum eisini eru umboðað. Les meira her.

– Hetta er eitt sera gott høvi hjá fólki við diabetes at fáa ávirkan á hetta týðandi málið, sigur May-Britt Skoradal.

Pál Weihe hevði eisini áhugaverda framløgu um koronusjúkuna og diabetes, og Kristiana Rein greiddi frá um hjálparátakið Life for a Child, sum hevur til endamáls at lata insulin til fátæk børn og ung úti í heimi. Eisini varð nýggja búmerkið hjá felagnum víst fram:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder