Mentan

Diakonprestur og studentaprestur skulu setast

Arbeitt verður við at kirkjur aftur kunnu fáa lut í MFG-afturberingingini av byggiverkætlanin, boðaði landsstýriskvinnan frá á fundi í biskupsgarðinum

Frá vinstruDurita Tausen, stiftsstjórnarlimur, Jógvan Fríðriksson, biskupur og formaður í stiftsstjórnini, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Bergur Berg, fulltrúi, Uni Næs, dómpróstur, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri og Jógvan Ravnsfjall, stiftsstjórnarlimur

Frá vinstruDurita Tausen, stiftsstjórnarlimur, Jógvan Fríðriksson, biskupur og formaður í stiftsstjórnini, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Bergur Berg, fulltrúi, Uni Næs, dómpróstur, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri og Jógvan Ravnsfjall, stiftsstjórnarlimur

2023-02-16 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýriskvinnan við almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í gjár á við fylgi á fundi við biskup og stiftsstjórnina fyri at viðgera ymisk kirkjumál.

Landsstýriskvinnan við kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupur er ráðgevi hennara í kirkjumálum.

Á hesum fyrsta fundinum vóru ikki ítøkilig mál sett á skrá, men mong viðurskifti vóru umrødd. Millum annað vænta landsstýriskvinnan og biskupur, at um fáar vikur verður fyri fyrstu ferð lýst eftir prestum til at manna eitt embæti sum diakonprestur og eitt sum studentaprestur, skrivar heimasíðan hjá Almanna- og mentamálaráðnum.

Landsstýriskvinnan hevur góðkent, at fólkakirkjan nú skipar hesi bæði nýggju embætini í fólkakirkjuni. Ætlanin er, at størvini verða størvini sett í summar.

Raðfest er at hækka stuðulin frá landinum við 200.000 krónum, sum er samsvarandi landskassans parti av einum starvi.

Eitt annað mál, sum varð umrøtt, er stóri trupulleikin, sum er íkomin við, at TAKS hevur broytt umsitingina av skipanina við at bera aftur MVG av byggiverktlanum til ikki vinnulig, almannagagnlig endamál, soleiðis at kirkjur ikki longur fáa lut í skipanini. Landsstýriskvinnan kunnaði um, at landsstýrið hevur tikið undir við at heita á Fíggjarmálaráðið um at taka málið upp.

Landsstýriskvinnan kunnaði eisini biskup um, at hon hevur sett ferð á arbeiðið at gera eina lítla lógarbroyting, soleiðis at til ber at býta mongu uppgávurnar hjá dómprósti upp millum tveir próstar, soleiðis sum biskupur hevur mælt til.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder