Mentan

Disney: Restina av árinum verða filmar frumsýndir í biografunum fyrst

Í summar stevndi Scarlett Johansson Disney fyri sáttmálabrot, tá tey gjørdu filmin "Black Widow" tøkan á stroymingartænastuni Disney+, samstundis sum filmurin varð vístur í biografunum, men restina av 2021 verða allir Disney-filmar vístir í biografunum í eitt tíðarskeið, áðrenn teir kunnu stroymast

Disney-filmar, sum verða útgivnir restina av árinum, ganga í biografunum í 45 dagar, áðrenn teir gerast tøkir á m.a. Disney+ (Mynd: EPA)

Disney-filmar, sum verða útgivnir restina av árinum, ganga í biografunum í 45 dagar, áðrenn teir gerast tøkir á m.a. Disney+ (Mynd: EPA)

2021-09-11 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Disney hevur avgjørt, at restin av filmum teirra, sum verða útgivnir í ár, verða frumsýndir í biografunum, áðrenn teir verða tøkir á ymiskum stroymingartænastum. Tað upplýsti Disney fríggjadagin.

Disney hevur annars útgivið fleiri stórar filmar, m.a. Marvel-superhetjufilmin "Black Widow", har Scarlett Johansson spælir høvuðsleiklutin, á stroymingartænastu teirra, Disney+, samstundis sum filmurin varð vístur í biografunum.

Hetta fall hvørki í góða jørð hjá biografunum, sum hava mist inntøkur, ella hjá Scarlett Johansson, sum hevur stevnt Disney fyri sáttmálabrot.

Sambært henni framgekk í sáttmála hennara, at filmurin fyrst skuldi frumsýnast í biografunum. Løn hennara er nevniliga tengd at, hvussu væl filmurin klárar seg í biografunum, og við at gera filmin tøkan á Disney+ hevur hon mist ein stóran part av inntøkuni, sigur hon.

Les eisini: – Hetta er syrgiligt og ørkymlandi

Millum teir Disney-filmar, sum eftir ætlan verða frumsýndir í ár, er Marvel-filmurin "Eternals", Ridley Scott-filmurin "The Last Duel", og ein Steven Spielberg endurinnspæling av "West Side Story".

Nevndu filmarnir verða allir vístir í biografunum í 45 dagar, áðrenn teir gerast tøkir at stroyma, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder