
Hvørji sálarheilsutilboð standa fólki í boði eftir leyslating úr eini varðhaldsfongsling? Og hvussu ætlar mann at tryggja, at fangar, ið verða sendir til Danmarkar at sita fáa sama rætt til telefoniskt samband við avvarðandi, sum tey høvdu fingið í Føroyum?
Hetta vil Djóni Nolsøe Joensen hava at vita frá Bárður á Steig Nielsen, løgmanni, og tí hevur hann sett honum skrivligan fyrispurning hesum viðvíkjandi.
Fyrr í ár frættist, at neyðugt hevur verið at senda føroyskar fangar til Danmarkar at sita í varðhaldi, tí varðhaldið í Mjørkadali var fult.
Les eisini: Fult hús í Mjørkadali
Ofta verður ført fram, at tað at verða sendur av landinum at sita kennist sum ein tvífald revsing, tí mann verður avskorin frá familju og avvarðandi sum heild, og tað er sálarliga hart fyri bæði fanga og avvarðandi, sigur tingmaðurin.
Eisini vísir hann á, at tað er serliga tvørligt hjá avvarðandi at fáa samband við tann innsetta, um viðkomandi situr í Danmark, og tí er tað ofta neyðugt, at hesi fáa bjóðað serliga sálarliga kreppuhjálp, tá tey koma út aftur.
– Undirritaði vil vita, um arbeitt verður við at tryggja, at sambandið millum fanga og avvarðandi verður varðveitt, tá neyðugt hevur verið at senda fólk til Danmarkar. Umframt hetta vil undirritaði eisini vita, hvørji sálarheilsutilboð standa fangum (herundir eisini varðhaldsfangum) í boði, sum ein liður í at innslúsa fólk aftur í føroyska samfelagið, eftir at tey eru flutt av landinum at sita ein dóm ella í varðhaldi.
Freistin hjá løgmanni at svara er týsdagin 23. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald