2023-09-19 20:46
Tað letur til at døglingarnir sum seinastu vikurnar hava verið at sæð í Kaldbaksbotni, nú eru farnir.
Teir hava verið til undirhald fyri nógv - ikki minst útlendingar - og nógvu bilarnir framvið Kaldbaksvegnum hava í nógvum førum elvt løgregluni og øðrum til høvuðbrýggj.
Áðrenn døglingarnir stevndu inn á Kaldbaksfjørð hildu teir í fleiri dagar til inni á Skálafirði. Hetta var fyrst í juli.
Facebooksíðan Faroe Islands Whale Watch skrivar, at fólk ikki hava sæð døglingarnar í einar fýra til fimm dagar, og at teir nú helst hava leitað sær út aftur á hav.
(Mynd: Jógvan Hansen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald