Ein 22 ára gamal svii er dømdur 4,5 ár í fongsul fyri at hava stolið kongaligar skartgripir fyri eitt virði á 45 krónur úr eini kirkju í Svøríki.
Ránið hendi 31. juli í fjør úr Strängnäs kirkju, umleið 100 kilometrar vestan fyri Stockholm, og síðan tá hava myndugleikarnir leitað eftir tjóvagóðsinum.
5. februar í ár var ein partur av skartgripunum, tvær krúnur og eitt ríkisepli, funnin í eini ruskspann í høvuðsstaðnum.
Les eisini: Kongaligir skartgripir kanska afturfunnir
Tann 22 ára gamli var longu tá undir illgruna fyri stuldurin, og løgreglan fann eisini dna-leivdir frá honum á tjóvagóðsinum. Hann varð dømdur sekur í at royna at stjala gripirnar umframt nakrar aðrar úr kirkjuni.
Tað hevur fyrr verið frammi, at vitni sóu tveir mans flýggja frá kirkjuni í einum báti, men 22 ára gamli maðurin vil ikki siga nakað um onnur vóru við til at stjala gripirnar.
Tveir mans, 24 og 26 ár, hava fyrr verið fongslaðir í málinum. Annar teirra var undir illgruna fyri at hava tveitt tjóvagóðsið í ruskspannina, har gripirnir vórðu funnir.
Kongaligu skartgripirnir stava frá 1611 og hoyrdu til Carl IX kong og donsku drotning hansara, Christina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald