Nakrir gimsteinar og skartgripir, sum í summar vórðu stolnir úr eini svenskari dómkirkju, eru møguliga funnir aftur, skriva svensku miðlarnir Aftonbladet og SVT.
Talan er um eina kongskrúnu og eitt veldisepli, sum einaferð hevur hoyrt til Karl IX kong og eina minni krúnu hjá konu hansara, Kristinu drotning.
Ein 22 ára gamal maður, sum noktar seg sekan, er skuldsettur í málinum, og eitt rættarmál móti honum skuldi enda í dag.
Men í morgun varð rættarmálið útsett, tá ákærin kundi vátta, at ríkisgimsteinarnir møgøguliga vórðu funnir.
Ónavngivnar keldur siga við Aftonbladet, at tjóvagóðsið – ella partur av tí – er funnið í eini ruskspann.
Les eisini: Tjóvar hava stolið ríkisgimsteinar
Ríkisgimsteinarnir hava verið horvnir síðan tjóvar 31. juli í fjør stjólu tær báðar krúnurnar og veldiseplið frá dómkirkjuni í Strängnäs. Virðið av skartgripunum verður, sambært Aftonbladet og SVT, mett til umleið 65 milliónir svenskar krónur.
Karl IX kongur var sonur Gustav Vasa. Hann var kongur frá 1604 til deyða sín í 1611. Tá kongurin doyði, og seinni drotning hansara, Kristina, doyði, vórðu kongshjúnini jarðað saman við krúnunum, sum tó seinni vórðu tikin úr grøvini aftur og stillað út í einum glasbúri í Strängnas, sum liggur einar 100 kilometrar vestan fyri Stockholm.
Ríkisgimsteinarnar hava síðan verið eftirlýstir kring allan heimin. Tað eru ikki nógv ár síðan, at svenska løgreglan seinast leitaði eftir og eftirlýsti kongaligar gripir.
Fyri fimm árum síðani var krúnan hjá Johan III, veldiseplið og kongsstavurin stoli. Hesir gripir vórðu seinni funnir í einum ruskposa, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald