Uttanlands

Dømdur fyri dagføring á Facebook

Dani ákærdur fyri at stuðla yvirgangsatsókn móti mosku í London

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-06 14:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 55 ára gamal dani er av Hægstarætti dømdur 30 daga treytaða fongsul fyri at hava róst eini yvirgangsgerð.

Hægstirættur í Keypmannahavn dømdi mannin fyri at hava gjørt eina viðmerking á Facebook til eitt yvirgangsálop á eina Mosku í London, har ein persónur doyði og 11 vórðu særd.

”Hann, sum gjørdi tað, burdi fingið eitt heiðursmerki”, skrivaði hann eftir álopið í juni 2017.

Hægstirættur metir, at hann við hesi viðmerking hevur gjørt seg sekan í brot á grein 136, 2. stk. í revsilógini, sum snýr seg um terror.

Stykkið er soljóðandi: ” Tann, sum alment og týðiliga tekur undir við brotsverki, sum hoyrir til kapittul 12 ella 13 í hesi lóg, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.” 12. kapitul í revsilógini snýr seg um landsins trygd, og 13. kapitul um m.a. yvirgang.

Við rættin í Randers fekk maðurin eina ávaring, men ákærumyndugleikin kærdi til landsrættin, sum dømdi mannin 30 daga treytaðan fongsulsdóm og samfelagstænastu. Maðurin kærdi dómin, sum nú á evsta rættarstigi er staðfestur, tó við lítlari broyting viðvíkjandi treytunum fyri samfelagstænastu og eftirliti hjá kriminalforsorgini.

Maðurin hevur fyrr greitt frá, at hann lat seg stýra av kenslum í løtuni. Hann meinti hetta ikki so bókstavliga, og stuðlar ikki yvirgangi.

Eisini ein annar maður, sum skrivaði viðmerking til dagføringina, varð avhoyrdur av fregnartænastuni, men løgreglan gjørdi av ikki at gera nakað við tað málið. Uppslagiðná Facebook fekk tíggju viðmerkingar og varð deilt tvær ferðir. Dagføringin fekk tvey ’likes’, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder