Løgreglan: Ein samdur dómsmansrættur í Føroya Rætti dømdi í gjár tveir mans ávikavist 2 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing og 2 ár og 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað uml. 50 kg av hassji til Føroyar. Ein triði maður var eisini ákærdur í málinum, men hann bleiv fríkendur fyri at hava verið við til smuglingina.
Í august í fjør vóru tríggir mans handtiknir og varðhaldsfongslaðir í sambandi við, at politiið fyrst í juli kom fram á knapt 30 kg av hassji á einum bústaði í Havn.
Tveir mans - tveir føroyingar - vóru handtiknir fyrst í august, meðan tann triði - ein litavi - var handtikin mitt í august. Kanningararbeiðið hjá politinum vísti, at hassjið var partur av eini størri nøgd uppá 50 kg, sum var komið til Føroyar í mai mánað.
Politiið hevði illgruna um, at føroyingarnir m.a. høvdu verið við til innsmuglingina, og at teir stóðu fyri søluni av hassjinum í Føroyum. Illgruni var eisini um, at litaviski maðurin umframt at koma til Føroya eftir pengum frá sølu av hassjinum, eisini var partur netverkinum aftanfyri smuglingina. Tað kom fram undir kanningararbeiðnum, at tá litavin var í Føroyum síðst í juli mánaði eftir pengum, hevði hann frælsistikið, hótt og framt harðskap móti øðrum føroyinginum. Politiið hevði illgruna um, at hetta var tí, at litavin og aðrir bakmenn vildu finna hassjið, sum teir hildu, at føroyingarnir høvdu stolið.
Menninir blivu allir dømdir í Føroya Rætti í dag.
Annar føroyingurin fekk 2 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, meðan hin fekk 2 ár og 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Rætturin legði millum annað dent á, at tann, sum fekk 2 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, hevði játtað seg sekan og hevði hjálpt politinum í kanningararbeiðnum. Føroya Rættur metti ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at litavin hevði lut í innsmuglingini og søluni av hassjinum. Hann bleiv tí fríkendur fyri ta ákæruna. Hann fekk tó 4 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap, hóttanir og frælsistøku.
Afturat fongsulsrevsingini konfiskeraði rætturin tveir bilar, sum føroyingarnir høvdu keypt fyri pengar frá sølu av hassji, umframt 200.000 kr sum var mettur vinningur fyri sølu av hassji.
Litavin var útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í 3 ár.
Málið kann kærast innanfyri 14 dagar.
Menninir vóru allir varðhaldsfongslaðir eftir dóm og sita í fyrstu syftu varðhaldsfongslaðir, til støða er tikin til spurningin um kæru.
50 kg er ein sjáldsama stór nøgd av hassji og er tann størsta einstaka nøgdin av hassji, sum dómur er fallin um í Føroya Rætti. Virðið á gøtuni av slíkari nøgd er uml. 12.500.000-15.000.000 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald