Tað skuldi verða í dag, men tað varð kortini eingin dómur sagdur yvir teir tríggir menninar, sum hava viðgingið, at teir í desember myrdu Louisu Vesterager Jespersen úr Danmark og Maren Ueland úr Noreg. Hetta boðar Michael S. Lund, korrespodenturin hjá DR í Miðeystri, frá. Hann var til staðar í rættinum í Salé i dag. Orsøkin er, at teir ákærdu skulu hava møguliga at koma við einari útmelding, men tað var tað ikki tíð til í dag.
Talan er um teir tríggar høvuðsmenninar aftanfyri drápið. Tað eru tó aðrir íblandaðir, og fleiri eru ákærd fyri at deila sjónbandið av drápinum. Drápsmenninir eru allir viðhaldsmenn hjá Islamiskum Stati, og drápini á skandinavisku kvinnurnar í oyða fjallaøkinum var ógvusligt, og tað varð filmað og sent runt. Í Marokko hava mynduleikarnir kannað hetta sum eitt yvirgangsálop.
Les eisini: Krevja deyðarevsing fyri drápið á norðurlendsku gentunum
Mamman hjá 24-ára goml donsku kvinnuni sigur við DR, at hon ynskir, at teir fáa deyðadóm. Hon er ikki til staðar í rættinum, men hevði sent eitt bræv, ið varð lisið upp á rættarfundinum í dag.
Rættarmálið ímóti monnunum byrjaði í februar, og hetta er ikki fyrstu ferð, at dómurin er útsettur. DR skrivar, at fyribils er tað útsett eina viku, og at dómur harvið fellur 18. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald