placeholder
Innanlands

Dómurin í pedofilimálinum kærdur til landsrættin

Neyðtøkumálið har ein 42 ára gamal maður fekk trý ára fongsulsdóm, skal roynast í landsrættinum. Ivi er um herðingin í donsku revsilógini, er við í tí føroysku

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-08 14:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dómurin í stóra neyðtøkumálinum, har ein 42 ára gamal maður í síðstu viku fekk trý ára fongsulsdóm fyri kynsliga at hava misnýtt tríggjar dreingir, verður skotin inn fyri landsrættin.

Tað upplýsir Mads Strandberg Petersen, ákærufulltrúi, fyri útvarpinum í dag.

Áðrenn rættarmálið byrjaði, kravdi ákæruvaldi at maðurin varð dømdur til forvaring, og at hann ikki skuldi latast leysur aftur, fyrr enn greitt var, at hann ikki kundi gera seg inn á fólk. Í øðrum lagi kravdi ákæruvaldi at maðurin fekk átta ára fongsulsrevsing.

Í Danmark er revsilógin herd, men ivi er um hetta er galdandi í Føroyum. Tað er hetta sum skal roynast í landsrættinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder