Hetta hendir eftir, at eitt nevningating, "Grand Jury", í New York hevur atkvøtt fyri at ákæra Donald Trump í einum máli um misnýtslu av valpeningi til at fáa kvinnu, sum Trump hevur havt kynsligt samband við, at tiga.
Hetta er fyrstu ferð í amerikanskari søgu, at ein fyrrverandi forseti verður ákærdur fyri kriminelt lógarbrot.
Nú verður tað so upp til ákæran í Manhattan at prógva, at Donald Trump framdi lógarbrot, tá hann brúkti pening, sum varð latin til valstríðið, at rinda fyri at fáa eina kvinnu hann hevði havt kynsligt samband við, at tiga og ikki úttala seg um hetta málið.
Enn er tó ikki heilt greitt, hvørjar ákærurnar verða, hóast tað verður mett, at talan er um misbrúk av valpengum í einum persónligum máli.
Flest allir miðlar í USA bera tíðindini um Trump á sínum forsíðum í kvøld. Enn hevur Trump ikki gjørt viðmerkingar til ákæruna.
Umrødda sakarmál er bert eitt av fleiri, har Trump kann verða ákærdur. Hini málini eru álopið á Kongressina í 2021, tað er uppringingin til valleiðaran í Georgia at finna ávíst tal av atkvøðum til tess at geva Trump sigurin og loksins er tað spurningurin um skjølini, sum Trump ólógliga tók við sær til Florida eftir valið.
Viðmerkingarnar um, hvørjar avleiðingar ákæran kann fáa fyri valstríðið hjá Trump í 2024, eru nógvar og fleiri teirra dylja ikki fyri, at ákæran í New York kann geva hansara veljarum íblástur til at fáa hann afturvaldan til forseta um tvey ár. Skuldi hann endað í fongsuli, so er tað hent áður í 40-árunum, at valevni førdi valstríð aftan fongsulsrimarnar.
Stórur spenningur er nú um, hvat leiðslan í republikanska flokkinum fer at siga til ákæruna og ikki minst, hvat Trump sjálvur fer at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald