Týskvøldið varð alment ákærurit latið inn í størsta málinum móti fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Hann er ákærdur fyri samansvørjing fyri at svíkja USA, samansvørjing fyri at forða almennari tilgongd, forða og royna at forða einari almennari tilgongd umframt samansvørjing ímóti rættindum, váttar serligi ákærin, Jack Smith.
Málið snýr seg um eina roynd at broyta forsetavalið í 2020.
Trump skal møta í rættinum í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C. hósdagin, skrivar Ritzau.
Kannast skal m.a. um, Trump kann ábyrgjast fyri hendingarnar 6. januar 2021, tá viðhaldsfólk hansara lupu á Kongressina.
Eftir at hava tapt forsetavalið vildi Trump vera við, at umfatandi valsvik varð framt í sambandi við forsetavalið.
Hundraðtals fólk vórðu særd og fleiri lótu eisini lív í sambandi við álopið á Kongressina, og eru fleiri eisini dømd fyri samansvørjing síðani.
Donald Trump noktar seg sekan. Sambært honum er talan um eina politiska jagstran.
Les eisini: Donald Trump liggur nógv fremst í kanningunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald