Uttanlands

Donald Trump viðurkennur tap - er útistongdur frá sosialum miðlum

Talsmaður hjá Trump skrivar á Twitter, at hóast sitandi forseti er fullkomiliga ósamdur við útfallinum av valinum, so fer alt at ganga friðarliga fyri seg 20. januar. Mark Zuckerberg metir boðskapin hjá forsetanum vera ov vandamiklan fyri Facebook og Instagram

74-ára gamli forsetin er fullkomiliga ósamdur við útfallið av forsetavalinum, og sigur at stríðið heldur fram, og at talan var um bestu fyrstu setuna hjá einum amerikanskum forseta nakrantíð (Mynd: EPA)

74-ára gamli forsetin er fullkomiliga ósamdur við útfallið av forsetavalinum, og sigur at stríðið heldur fram, og at talan var um bestu fyrstu setuna hjá einum amerikanskum forseta nakrantíð (Mynd: EPA)

2021-01-07 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ófriðurin á Capitol Hill í Washington D.C í gjár hevur vakt stóran ans. Eitt mótmælistiltak hjá Trump-viðhaldsfólkum hevði við sær nøkur mannalív og nakrar skaðar, at arbeiði í Kongressini varð órógvað, og at nógv kring heimin vóru skakaði.

Les eisini: 
Fýra fólk doyðu undir ófriðinum í gjár
Myndir: - Mótmælisfólkini trongdu seg heilt inn í formansskrivstovuna


At hetta ikki sømir seg í og fyri USA, er breið semja um, og Donald Trump hevur fingið nógvar atfinningar fyri at elva til ófrið við sínum áhaldandi boðskapi um valsvik, at kalla tað ein stuldur, og at "tey ikki skulu lata tey taka hetta frá okkum". Eisini hevur verið borið fram, at Trump burdi viðurkent tap og sent boð út til viðhaldsfólk síni fyrr. Forsetin bað tey á Twitter virða løgregluna og fara heim, men sló fast at hann elskaði tey. 

Twitter syrgdi í gjárkvøldið fyri, at nøkur av boðunum hjá Donald Trump á Twitter vórðu slettaði, og hann fekk fyribils noktað atgongd til sosiala miðilin í eitt samdøgur. Óvist er, um tað verður longt, men Mark Zuckerberg hevur í dag gjørt greitt, at Trump er útihýstur frá Facebook og Instagram - íhvussu er fram til 20. januar, tá Joe Biden yvirtekur forsetasætið. Facebook-stovnarin skrivar, at orsøkin er, at boðskapurin hjá forsetanum seinastu dagarnar hevur elvt til ófrið í USA, og at tað kann verða ov vandamikið, at hann hevur atgongd.

Forsetin hevur í dag gjørt greitt, at hann fer at lata valdið víðari friðarliga 20. januar. Hettta kunngjørdi ein talsmaður hjá honum, Dan Scavino, á Twitter. Í sitatinum frá Trump stendur eisini at 74-ára gamli forsetin er fullkomiliga ósamdur við útfallið av forsetavalinum, at stríðið heldur fram, og at talan var um bestu fyrstu setuna hjá einum amerikanskum forseta nakrantíð.

placeholder
placeholder