Uttanlands

Donald Trump vitjar í London – “American Idiot” endar á hittlistunum

Bretar mótmæla vitjanina við at keypa Green Day sangin frá 2004

Mynd: Danmarks Radio

Mynd: Danmarks Radio

2018-07-11 18:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fríggjadagin lendir Air Force One í London, tá Donald Trump fer á vitjan, men ikki øll eru so glað fyri vitjanina. Í løtuni royna 22.000 fólk at mótmæla vitjanina við at fáa sangin “American Idiot “ hjá Green Day inn á bretsku hitlistarnar og upp á fyrsta pláss.

Á facebookbólkinum “ Get American Idiot to No.1 for Trump’s UK Visit” verður heitt á fólk um at keypa sangin, so at sangurin endar ovast Sangurin liggur í løtuni á 18.

Bólkurin fær nakað av mótgangi, men siga bart út, at tey halda hetta verða eitt stuttligt hugskot, so tey fara ikki at steðga við royndini.

American Idiot varð skrivaður sum ein atfinning móti fyrrverandi amerikanska forsetanum George W. Bush, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder