Uttanlands

Donald Tusk: Brexit kann bert útsetast, um skilnaðaravtalan verður góðkend

Bretska tjóðartingið má góðkenna avtaluna hjá Theresu May, um brexit skal útsetast, sigur forsetin í ES

Donald Tusk (Mynd: EPA)

Donald Tusk (Mynd: EPA)

2019-03-20 22:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsetisráðharrin, Theresa May, ynskir at útseta brexit til 30. juni. Men tað gongur ES bara við til, um bretska tjóðartingið góðtekur skilnaðaravtaluna hjá henni. Tað sigur ES forsetin, Donald Tusk í kvøld, sambært DR.

- Ein stutt útsetan er møgulig, men tað er treytað av einum jaligum úrsliti av atkvøðugreiðsluni í undirhúsinum, sigur hann.

Theresa May sendi í dag Donald Tusk bræv, har hon formliga bað um at útseta brexit.

Men skal brexit útsetast, krevur tað, at stats- og stjórnarleiðarar úr hinum 27 limalondunum í ES taka undir við tí.

Skilnaðaravtalan hjá Theresu May er longu vrakað tvær ferðir í bretska tjóðartinginum, og Theresa May ætlar at fáa enn eina atkvøðugreiðslu um málið í næstu viku.

Higartil hevur ætlanin verið, at stats- og stjórnarleiðarar skuldu taka støðu til eina møguliga útsetan av brexit á toppfundi í Brússel í morgin, men í dag segði formaðurin fyri ES-kommissjónina, Jean-Claude Juncker, at tann avgerðin nokk ikki verður tikin í morgin kortini.

Men ein serligur toppfundur verður væntandi í næstu viku.

Í fleiri londum, m.a. Fraklandi og Týsklandi, hava tey gjørt greitt, at tað bara gevur meining at útseta brexit, um bretska undirhúsið kann finna eina semju um eina alternativa ætlan.

Fyrr í vikuni segði formaðurin fyri bretska tjóðartingið, John Bercow, at eingin nýggj atkvøðugreiðsla verður um avtaluna hjá Theresu May, um hon ikki verður broytt munandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder