Atlantic Airways sum spakuliga setur fleiri túrar inn á Føroyarutuni millum Vágar og Keypmannahavnar hevur nú fingið avtalu í lag við donsku ferðaskrivstovuna Primo Tours. Tað skrivar TVSyd á heimasíðuni.
Vanliga sendir ferðaskrivstovan fólk suðureftir, har klima og annað ikki kann samanberast við Íslandi og Føroya. Men hesi síðstnevndu verða høvuðs ferðamálini hjá Primo Tours næstu vikurnar.
Fyrsta leiguflogfarið fer tann 28. juni tá skúlarnir fara í summarfrí, og eftir hetta er ætlanin at hava tvær fráferðir um vikuna alt summarið.
Nógv er vend á høvdið í koronakreppuni, og vit valdu at hugsa eitt sindur øðrvísi, nú vit ikkki kunnu bjóða vanligu ferðamálini fyrr enn 1. september.
- Saman við okkara samstarvsfeløgum og flogfelagnum Atlantsflog, hevur tað eydnast at snikkað eina skrá saman uppá met stutta tíð, sigur Bjarki Hansen, stjóri í Primo Turs.
Pláss er fyri 180 fólkum í flogførunum, sum fara at flúgva úr Billund til Íslands og Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald