Innanlands

Donsku næmingarnir enn á ítróttarháskúlanum

Háskúlaskeiðið verður rættiliga tarnað, siga tey í Vági

(Mynd: Ítróttarháskúlin í Vági)

(Mynd: Ítróttarháskúlin í Vági)

2020-03-20 20:37 Author image
Oda W. Andreasen
placeholder

Skúlin er lukkaður niður fyribils í tvær vikur og hjá okkum merkir tað, at føroysku næmingarnir eru farnir heim, sigur Guðmundur Joensen, stjóri á Ítróttarháskúlanum í Vági, um støðuna, nú koronavirusið hevur sett samfelagið niður í ferð.

- Okkara skeið inniheldur bæði bókliga og praktiska venjing og praktiska venjingin er fyri tað mesta uttandura. Nú várið stendur fyri durunum, plaga vit mest at hava uttandura venjing og lærdóm, so vit fáa sum so ikki havt fjarundirvísing.

Skeiðið á Ítróttarháskúlanum endar 5. juni, og væntandi verður eingin skúlagongd fyrr enn eftir páskir. Sostatt verður skeiðið rættiliga tarnað.

Danirnir búgva í smáttunum
- Vit hava 13 útlendingar á skúlanum, 10 danir eru eftir á skúlanum, tvey eru farin til familju í Klaksvík og ein er farin til Danmarkar. 

- Um donsku næmingarnir skuldu farið heim, skuldu teir í sóttarhald 2 vikur í Danmark og so aftur í 2 vikur sóttarhald, tá teir komu aftur til Føroyar, so vit valdu at lata teir vera verandi á skúlanum, har teir halda seg inni í smáttunum og fylgja leiðbeiningunum frá heilsumyndugleikunum. Næmingarnir búgva 4 í hvørjari smáttu, so teir fáa hildið seg til tilmælini. Teir keypa sjálvir inn og gera sær mat í smáttunum, greiðir Guðmundur Joensen frá.

- Vit hava lærarar á staðnum, sum eisini halda seg inni. Næmingarnir kunnu venja úti í smærri bólkum, so sum so, eru teir í einari betri støðu enn nógv onnur, ti teirra gerandisdagur verður ikki so nógv ávirkaður, sigur Guðmundur Joensen, sum dagliga hevur tosað við næmingarnar.

- Enn hugna teir sær, sigur hann.

Heystskeiðið 2020 ikki ávirkað
- Komandi heystskeið er longu fullteknað, og tað koyra vit sum um onki er hent. Vit vænta og vóna, at vit fáa ein vanligan gerandisdag aftur í august.

- Somuleiðis er summarskeiðið fyri tilkomin fólk, sum verður 22-27 juni 2020, fullteknað og vit vænta og vóna at tað verður eftir ætlan, sigur Guðmundur Joensen, stjóri á Ítróttarháskúlanum í Vági at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder