Mentan

Dorthea í Listastovuni hóskvøldið

Í løtuni arbeiðir Dorthea við síni fyrstu heildarútgávu. Konsertin í Miðvági verður eitt høvi at hoyra hennara sangir, hennara rødd og tónleik, sum fyrst og fremst er hennara egni.

2026-10-28 18:00 Author image
Innsent
placeholder

Hóskvøldið 29. oktober klokkan 20 verður høvi at uppliva Dortheu Højgaard Dam í Listastovuni í Miðvági. Við sær hevur hon Biritu Dam, Lyon Hansen og Óluvu Dam Ísheim.

Dorthea hevur sungið og fingist við tónleik, síðani hon varð fødd. Tað er eins náttúrligt fyri hana sum at anda. Gjøgnum árini hevur hon spælt í nógvum ymiskum samanhangum, bæði í bólkum og sum solistur, men kjarnin er altíð Dorthea – hennara tónleikur, hennara sangir og hennara rødd.

Dorthea er kvinnan handan „Candy“, „Halt fast“ og „My Line Is Dead“. Tónleikurin hjá henni letur seg ikki seta í ein bás. Og tað skal hann heldur ikki, tí tónleikur hoyrir ikki heima í einum bási. Hann hoyrir heima í tí veruliga. Í tí, sum rørir okkum, og sum vit kenna aftur.

Tónleikurin hjá Dortheu kennist ofta sum at finna sanna vón, sum at hoyra troystina tala og sum at finna sær eitt heim eina løtu. Hann er erligur og kemur beint frá hjartanum.

Í løtuni arbeiðir Dorthea við síni fyrstu heildarútgávu, har hon savnar sangir og ljóð úr síni søgu og tónleikaligu ferð. Konsertin í Listastovuni verður eitt høvi at hoyra hennara sangir, hennara rødd og tónleik, sum fyrst og fremst er hennara egni.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar frá kl. 19.30.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder