Mentan

Dóttir og Benjamin Rajani víðari í Sement

Seinastu finalistarnir eru funnir í tónleikakappingini Sement. Næsta leygarkvøld verður stóra finalan

(Mynd: KvF)

(Mynd: KvF)

2023-04-22 23:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Triðja umfar av tónleikakappingini Sement var í Reinsarínum í kvøld. Síðstu tveir finalistarnir vórðu funnir, og skulu kappast móti hinum fýra finalistunum, sum eru funnir undanfarnu tvey leygarkvøld.

Seks bólkar vóru á palli, og tá samanumkom valdu dómararnir at senda Dóttir og Benjamin Rajani víðari.

Hini, sum framførdu í kvøld vóru Skor, Danny & Ingi, Dóttir, Benjamin Rajani, Hanna Elisa, og Tidal Crush.

Tað var tætt millum bólkarnar varð sagt, og dómsnevndin grundgav soleiðis:

- Dreymakendur og bólkurin hevði góða útstráling. Vit merktu eina góða kemi millum bólkin og áskoðararnar og tey høvdu nakrar spennandi útsetingar, varð sagt um Dóttir.

- Mjúkt ljóð univers. Inniligt og eymt. Øll løgini vóru góð. Maðurin hevur eina eyðkenda rødd. Tekstirnir vóru spennnandi og bólkurin spældi sera væl, segði dómsnevndin um Benjamin Rajani.

Aggrasoppar, Tormóður, Nimbus Tópus, Eimyrja, Dóttir og Benjamin Rajani eru sostatt í finaluni sum verður næsta leygardag, 29. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder