2024-07-12 20:05
Maðurin sum varð funnin deyður við eina transformatorstøð nærhendis Landsbókasavnið í J.C. Svabosgøtu í Havn, doyði av natúrligum orsøkum.
Tað er staðfest eftir at líkskurður hevur verið í dag.
Heri Andreasssen, varapolitiinspektørur, sigur við útvarpið, at niðurstøðan hjá løgregluni er, at einki revsivert er farið fram, og at málið er lokað.
Tað var familjan hjá manninum, sum boðaði frá, at maðurin ikki hevði verið at sæð í tveir dagar. Hósdagin fyrrapart varð hann funnin í einari veit við transformatorstøð við Landsbókasavnið.
Maðurin var síðst í trýssunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald