Umboð fyri allar flokkar á Fólkatingi hava nú verið hjá Fríðrikki kongi fyri triðju ferð, og tað bendir á, at Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri og forkvinna hjá Sosialdemokratunum aftur verður samráðingarleiðari.
Sambært DR hevur meirilutin peikað á Mette Frederiksen.
Vinstra, Tey Konservativu, Danmarksdemokratarnir, Liberal Alliance, og Danski Fólkaflokkurin - sum hava 72 tingsessir tilsamans - hava peikað á Troels Lund Poulsen, formannin í Vinstra, sum í gjár noyddist til kong at boða frá, at tað ikki var eydnast honum at skipa stjórn.
Sosialdemokratarnir, Moderatarnir, Radikali Vinstraflokkurin, Sosialistiski Fólkaflokkurin, Alternativið, og Eindarlistin - sum hava tilsamans 98 tingsessir - peika á Mette Frederiksen.
Mette Frederiksen skal inn til kong klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald