Róðrarbáturin Rose við Livari Nysted úr Hvannasundi og fýra øðrum rógvarum er loksins leysur av Kap Verde, boðar Livar frá.
- Nú eru vit leysir av Kap Verde. Vit sníktu okkum avstað, áðrenn tað bleiv ljóst í morgun.
Støðan var álvarslig í gjár, tí myndugleikarnir noktaðu teimum at fara í land at bunkra vatn, men noktaðu teimum eisini at fara úr havnini aftur. Teir fingu tó vatn til endans, og ætlanin var so at sníkja seg avstað í nátt - og tað eydnaðist, hóast tað kundi gingið nógv verri, sigur Livar Nysted.
- Tá vit høvdu róð í ein hálvan tíma, kom ein politibátur við nógvari ferð aftaná okkum. Vit hugsaðu beinanvegin, at teir fóru at taka okkum og sleipa okkum inn aftur, tí vit høvdu ikki lov at fara avstað. Men teir gjørdi einki við okkum, og eitt ella annað stað haldi eg, at teir vóru bara glaðir at sleppa av við okkum, tí nú eru vit ikki teirra trupulleiki longur.
Livar Nysted leggur afturat, at næsta stopp verður Suðuramerika, og eftir hetta verður farið beint heim til konu, børn og svigerson.
Til ber at fylgja við bátinum á oceanrower.eu
Livar og konan Svanna 28.02.20, kvøldið fyri hann fór avstað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald