Skúlablaðið: - Dreingir tosa enskt, tá ið teir spæla telduspøl, og gentur, tá ið tær eru á sosialum miðlum. Vandin kann vera, at málið, sum eyðkennir okkurt ávíst, flytur seg inn á onnur øki.
Hetta sigur Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg, sum hevur skrivað MA-ritgerð um enska ávirkan í málinum hjá børnum í sambandi við útbúgving sína í føroyskum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Børnini, sum Rakul S. Frederiksberg gjørdi samrøður við í sambandi við MA-ritgerðina, vórðu spurd, hvussu nógv tey brúka skíggjar. Tey, sum brúka skíggjar nógv, tosa meiri enskt samanborið við tey, sum brúka skíggjar lítið.
Í telduspølum og sosialum miðlum
Tað er í ávísum sambandi, at børn samskifta meiri á enskum, antin tað er við lánorðum, koduskifti ella athalli. Hjá dreingjum er tað, tá ið teir spæla telduspøl, og hjá gentum, tá ið tær eru á sosialum miðlum. Vandin kann vera, at málið, sum eyðkennir okkurt ávíst, flytur seg inn á onnur øki, sigur Rakul S. Frederiksberg.
- Hóast føroyskt er ráðandi málið og verður brúkt á flestu økjum, kann vaksandi nýtslan av enskum, sum serliga er millum børn og ung, benda á, at enskt fer at verða brúkt á øðrum økjum eisini. Í kanningini sá eg, at málið, sum dreingir tosaðu í sambandi við telduspøl, flutti seg yvir á borðspøl. Vit vita frá øðrum málum, at hetta hendir. Skuldi tað hent, at málnýtslan flytur seg yvir á nógv onnur øki, kann hetta ávirka føroyskt so mikið nógv, at føroyskt verður eitt mál, tú bara tosar heima og í skúlanum, og enskt, tá ið tú ert saman við vinum og javnaldrum. Tá tosa vit um økismiss.
Í ritgerðini viðger hon, hvussu og hvussu ofta børn blanda mál, tá ið tey tosa í gerandisligum umstøðum, nær tey læna orð úr enskum, nær tey koduskifta millum enskt og føroyskt, og nær tey brúka málreglur úr enskum. Ritgerðin eitur Ensk ávirkan, Useless ella Usefull, og tað er málnýtslan hjá 11-12 ára gomlum børnum í Føroyum, sum verður kannað; kanningin byggir á samrøður og eygleiðingar, sum eru gjørdar í 2024.
Kulfaktorurin – at tað er meiri kul at tosa enskt enn føroyskt – tykist vera ráðandi, og tað hongur saman við høgu tignini, sum enskt hevur. Tað ber til at gera átøk, sum tálma gongdini, men tey krevja rættiliga nógv, heldur Rakul S. Frederiksberg.
- Tað skal nakað heilt serligt til, at orð fáa hevd, og har renna vit alla tíðina aftaná. Skal eg vera svartskygd, so hugsi eg, at tað fer ikki at bera til at venda gongdini, sum vit síggja, tí tað krevur so ómetaliga nógv, men tað ber heldur ikki til bara at geva upp.
Tað, sum kanska flytur mest, heldur Rakul S. Frederiksberg, er at skapa eitt størri tilvit um týdningin av at tosa føroyskt og velja føroyskt fram um enskt.
- Fyrst og fremst snýr tað seg um at skapa tilvit um týdningin at tosa føroyskt, at foreldur lesa fyri børnum sínum og seta orð á alt á føroyskum, og so sjálvandi fáa føroyskt á allar pallar, har børn og ung eru – at alt tilfar, sum børn og ung lesa, er á føroyskum, og at menna tilfar, spøl, filmar og annað á føroyskum. Men tað er ikki nóg mikið, og eg rokni ikki við, at vit nakrantíð fara at megna ta uppgávuna til fulnar.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 4, 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald