Fyrst kom Venesuela. Síðan Iran. Og í nærmastu framtíð er túrurin komin til Kuba.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur longu nú víst á, hvat næsta málið verður, hóast álopið á Iran framvegis gongur fyri seg.
Heilt síðan álopið á Venesuela 3. januar, tá forsetin har, Nicolás Maduro, varð tikin fanga, hevur Donald Trump forseti hildið upp, at skjótt fer stjórnin í Kuba eisini at falla.
Og síðan álopið á Iran, eru hóttanirnar vorðin alsamt sterkari, skrivar danska TV2.
Undir einum hátíðarhaldi í Hvítu húsunum í Washington hósdagin segði Trump, at hann ætlaði sær at “bíða í einar tvær vikur”, men at tað nú einans er ein spurningur um tíð innan næsta stjórnin eisini fer at falla.
- Vit vilja helst gera hetta liðugt fyrst, segði forsetin, og sipaði til álopið á Iran.
Fríggjadagin endurtók hann í samrøðu við CNN, at Kuba “skjótt fór at falla”.
Og leygardagin, undir einum toppfundi við lond í Latínamerika, staðfesti Trump, at dagarnir hjá núverandi stýrinum í Havana eru taldir.
Enn er óvist um USA ætlar at brúka hernaðarmegi fyri at tryggja sær eitt stjórnarskifti í Kuba.
Trump vísti á, at eftir átakið í Venesuela, er helst ikki neyðugt við hermegi, tí landið fór at falla sundur av sær sjálvum.
Forsetin hevur gjørt sítt til at leggja trýst á stjórnina í Havana. Fyrst fekk hann Venesuela at støðga øllum veitingum av pengum og olju til karibisku oynna, sum í nógv ár hevur verið ein av sameindu hjá Venesuela. Seinni skrivaði foretin undir eina løgskipan, har hótt var við revsitolli móti øllum londum, sum veita Kuba olju.
Seinni hevur hann slakað við hóttanunum, men amerikanski forsetin hevur gjørt greitt, at kubansku leiðararnir mugu gera eina avtalu við USA, um teir vilja sleppa undan ógvusligum avleiðingum.
Viðurskiftini millum USA og Kuba hava verið køld síðan kubansku kollveltingina í 1959, og í USA ynskja nógv, at eitt skifti kemur í politiska stýrið á oynni.
Ein teirra, ið gongur á odda fyri hesum ynskinum, er Marco Rubio, uttanríkisráðharri, ið sjálvur er sonur kubansk flóttafólk, og harðrendur mótstøðumaður mótvegis kommunistiska stýrinum á Kuba.
Eftir álopið í Venesuela í januar vóru tað eisini tey, ið undraðu seg yvir, at Rubio segði, at hann “vildi verið stúrin, um hann búði í Havana, ella sat í kubansku stjórnini”.
Eisini republikanski senatorurin, Lindsey Graham, er sannførdur um, at Trump skjótt fer at seta Kuba fyri byrsumúlan.
Undir eini samøðu við Fox News um vikuskiftið hevði Graham ein kepp við áskriftini “Free Cuba”.
- Sært tú henda keppin? Bíða bara. Kuba verður frælst skjótt. Tað er bert ein spurningur um tíð, segði Lindsey Graham. Sambært honum eru Venesuela, Iran og Kuba partar av somu ætlan, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald