Uttanlands

Dreingirnir taptu seg tvey kilo

Tailendsku fótbóltsdreingirnir hava tað gott, hóast teir taptu seg nógv í hellinum

2018-07-11 13:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tailendsku myndugleikarnir fortelja, at fótbóltsdreingirnir, sum í 17 dagar vóru innibyrgdir í hellinum í Norðurtailandi, hava tað gott, hóast teir taptu seg tvey kilo. Familjan hjá dreingjunum sleppur nú at hava kropsligt samband við teir.

Teir seinastu av teimum tólv dreingjunum og venjari teirra vórðu í gjár bjargaðir,og sjúkrahúsið hevur nú latið ymsar upplýsingar um hvussu dreingirnir hava tað.

Størsti parturin av dreingjunum hava í miðal tapt seg tvey kilo, men eingin teirra hevur nakað tekin um nakra álvarsliga sjúku.

Skanningar hava víst at tríggir av dreingjunum hava eitt lítið sindur av lungnabruna, men eingin vandi er fyri álvarsligum sjúkum.

Óttin fyri ígerðarsjúkum hevur merkt, at dreingirnir ikki hava fingið loyvi at hava kropsligt samband við dreingirnar. Ein rútur hevur verið ímillum teir og familjuna. Sambært CNN hava læknarnir nú givið loyvi til at familjan kann hava kropsligt samband við teir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder