2021-08-05 11:32
Fólk í Hornabø í Havn nýtast ikki longur at kóka drekkivatnið.
Í gjár varð boðað frá, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum í Hornabø, og tí varð heitt á fólk í hesum økinum um at kóka drekkivatnið. Men nú boðar Tórshavnar kommuna frá, at drekkivatnið er reint aftur.
Talan var um eina lítla dálking – ein e-coli bakteria pr. 100 ml av vatni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald