Tað er vorðið myrkt - ov myrkt til at drepa nakra grind.
Hetta kann Tórur Simonsen nú staðfesta. Grindaformaðurin í Hvannasund tosaði við Norðlýsið fyri løtu síðani.
Seinnpartin, beint eftir klokkan 15, varð boðað frá, at ein lítil grind var funnin á Árnafjarðarvík. Tá var eingin bátur komin til grindina tá og ivasamt var, um hon fór at verða hildin til.
Um so var, so skuldi hetta fara fram í Hvannasundi. Tá Portalurin tosaði við Jacob Vestergaard, sýslumann, beint fyri klokkan 16, hevði hann ikki fingið endaligt svar frá grindaformanninum.
Nú er greitt, at eingin grind verður hildin til í Hvannasundi í dag.
Tó verður lítla grindin hildin til í morgin, fríggjadagin, um hon framvegis verður har tá. Hetta sigur Tórur Simonsen við Norðlýsið.
Dagført: 16.51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald