Koronapassið ella koppsetingarpassið, sum tað eisini verður nevnt, er í fleiri evropeiskum londum brúkt fyri at fáa atgongd til eitt nú dansistøð og mentanarstøð, men bretsku heilsumyndugleikarnir hava droppað eina ætlanin um at seta líknandi pass í verk í Onglandi.
Bretski heilsumálaráðharrin, Sajid Javid sigur, sambært Ritzau, at hóast uppskotið er droppað nú, kann tað framvegis gerast ein møguleiki, um smittustøðan brádliga broytist.
Tað eru fáir dagar síðani, at bretski mentamálaráðharrin kom við uppskotinum um eitt koppsetingarpass, men uppskotið møtti stóra mótstøðu frá fleiri tjóðartingslimum.
Konservativir tinglimir halda eitt nú, at tað er at leggja eina óneyðuga stóra byrðu á vinnulívið, umframt at tað ger seg inn á mannarættindini hjá fólki.
Les eisini: Vaksandi smittutøl í Stórabretlandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald