Innanlands

Drotningin: - Øll taka ikki støðuna í álvara

Hoyr alla røðuna hjá Margretu drotning her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-03-17 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Margreta drotning tosaði í kvøld til fólkið í danska ríkinum.

- Støðan er álvarslig í Danmark. Ein veruleiki, sum vit deila við Evropa og allan heimin. Hetta er bæði ræðandi og óhugnaligt, sigur Margreta drotning, í talu til fólið í ríkinum í kvøld.

- Coronavirus er ein vandamikil gestur, og ein persónur kann smitta fleiru uttan at kenna seg sjúkan. Ein long og ræðandi keta. Ein hesari ketu fara fólk at doyggja.

- Tað er ein keta, sum vit skulu bróta. Og sum vit kunnu bróta. Men tað hendir bara, um vit hugsa okkum um.

- Ráðini frá myndugleikunum eru einføld. Vaska hendurnar, slepp undan kropsligari kontakt við onnur og halt teg við hús.

- Tíverri eru ikki øll, sum taka støðuna í álvara. Framvegis síggja vit bólkar í øllum aldri, sum standa ov nær. Sum halda enntá framvegis veitstur, rundar føðingardagar, og tað heldi eg ikki sømir seg. Tað er fyrilitarleyst, segði Margreta drotning.

Hoyr alla røðuna omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder