Innanlands

Drotningin til Føroya í juli

Nú er greitt, at Føroyavitjanin hjá Margrethu drotning verður um miðjan juli

Seinast drotningin vitjaði í Føroyum var í 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Seinast drotningin vitjaði í Føroyum var í 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-28 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin í farnu viku frættist, at Løgmansskrivstovan hevði biðið um eykajáttan á 700.000 krónur í sambandi við, at Hennara hátign, Margretha drotning kemur til Føroya í summar.

Løgmansskrivstovan boðar nú frá, at almenna Føroyavitjanin hjá drotningini verður um miðjan juli.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sum hevur ein fjølbroytta skrá, har drotningin millum annað fær høvi til at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyskan mat, skrivar Løgmansskrivstovan.

Tá drotningin á nýggjárinum fyrst boðaði frá ætlan sínari um at koma aftur til Føroya, segði hon soleiðis:

- Eg gleði meg aftur at síggja Føroyar - deiligu oyggjarnar og ærukæra fólkið í Norðuratlantshavi. Og eg gleði meg at síggja stóru menningina, sum er hend síðani seinastu vitjan mína í 2016.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder