Innanlands

Drotningin tosar til tjóðina í kvøld

Klokkan 19 verður søgulig røða frá Fredensborg Slot; Margretha drotning hevur ongantíð áður vent sær á hendan hátt til danska fólkið, fyriuttan gamlaárskvøld

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-17 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hennara Hátign, Margretha drotning, segði hósdagin í viðmerking, at Danmark og heimssamfelagið standa í einari sera álvarsamari støðu, og at øll hava eina serliga ábyrgd til at taka við atliti at hvørjum øðrum, og saman skulu danir geva sítt íkast til, at Danmark kemur væl ígjøgnum hesar avbjóðingarnar. Í hesum sambandi kunngjørdi drotningin eisini, at føðingardagshald hennara í apríl er avlýst.

Í kvøld verður ein serlig løta fyri drotningina. Fyri fyrstu ferð í hennara tíð við krúnuni, tosar hon beinleiðis til danska fólkið um eitt serstakt evni í sjónvarpinum. Vanligt er, at drotningin, ið fyllur 80 ár í komandi mánaði, hvørt gamlaárskvøld hevur eina røðu til tjóðina. 

Støðan viðvíkjandi koronavirusinum er serlig, og Danmark er á mangan hátt stongt, nú skúlar og nógv annað er latið aftur, fyritøkur eru farnar niður í ferð og landmørk eru stongd av.

Leysasøgur ganga í løtuni um, at útgonguforboð verður lýst í Danmark frá í morgin av. Í so fall verður tað galdandi, at tað skal bert verða loyvi at fara út, tá ein skal á keypa inn ella fara á apotekið.

Les eisini: Frakland setir útigongubann í gildi

Matvørumálaráðharrin hevur fyri løtu síðani á tíðindafundi sagt, at tað er nóg mikið á vørum á hyllunum, at fólk skulu gera, sum tey eru von við, tá tit eru handils, men at størri fyrivarni skal takast í mun til reinføri og at halda frástøðu. Mogens Jensen segði eisini, at teir trupulleikarnir, ið sóust við "hamstring" í seinastu viku, nú í hvøuðshetinum eru burtur.

Røðan hjá drotningini verður tikin upp á kongsborgini á Fredensborg nú seinnapartin og verður send klokkan 19 føroyska tíð á DR1 og TV2.

Ein tíma áðrenn hevur Mette Frederiksen tíðindafund, har nýggj tiltøk verða kunngjørd móti coronavirusinum. Sambært TV2 verður útgongubann ikki sett í verk, eins og tað er í Italia og Fraklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder