Innanlands

Drotningin vitjaði Mýruverkið í Vestmanna

Tá drotningin vitjaði í Vestmanna leygardagin gekk leiðin framvið Mýruverkið, har Hákun Djurhuus, stjóri í SEV greiddi frá um SEV og grønu kósina hjá elfelagnum

(Mynd: SEV)

(Mynd: SEV)

2021-07-19 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin vitjaði Margretha drotning í Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum og í Miðvági, og í hesum sambandi varð eisini vitjað á Mýruverkinum hjá SEV í Vestmanna, sum í ár hevur verið virkið vatnorkuverk í 60 á

Har tóku Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, Haraldur Hammer, næstformaður og Hákun Djurhuus, stjóri, ímóti drotningini, og stjórin greiddi m.a. frá SEV og grønu kósini.

Fyrstu ferð Margretha drotning vitjaði í Føroyum var sum krúnprinsessa í 1959. Tá vitjaði hon eisini SEV í Vestmanna saman við foreldrum og einari systur.

Her síggjast nakrar myndir frá vitjanini, sum SEV hevur lagt út:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder