2022-09-29 14:52
"Droym við mær" eitur eitt spildurnýtt føroyskt popp-lag við Danny Baldursson og Janus Wiberg Mortensen, sum í dag er lagt út á miðlarnar, har tað vanligt er at hoyra tónleik.
Teir báðir hava sjálvir skrivað lætta popplagið til tekst hjá Hans Jacob Kollslíð.
Símun Dam hevur staðið fyri upptøkunum.
Umframt you-tube útgávuna, sum sæst her omanfyri, kann sangurin eisini hoyrast á Spotify:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald