Í løtuni verður seinasta hond løgd á nýggjasta føroyska festivalin, sum verður á Viðareiði nú leygardagin
Talan er um ein langan konsertdag á Viðareiði, har ymiskt annað eisini er á skránni. Sjálv skráin er kunngjørd
- Trølla Pætur og Omman fara á pall kl. 11.15 og Barnalandið letur upp kl. 12.00. Viðingar fletta eina kúgv kl. 13.00 og Silvi vitjar kl. 14.00. Halleluja Sofus er fyrsti maður á terassuni kl 15.00, áðrenn Bjarki Hansen trýnur á stóra pall kl. 15.30. Harfrá koyra vit við fullari megi. Tað verður góður tónleikur allan dagin og tætt ímillum konsertirnar á ymisku pallunum.
Fleiri ymiskir pallar eru, okkur er inni á Hotel Norð, har ymiskur matur eisini verður at fáa.
Sí skránna niðanfyri:
Kelda: Norðlýsið
Mentan
Drúgv og fjølbroytt skrá á Viðareiði leygardagin
Fyrsti Norð Festivalurin fer av bakkastokki við morgunmati og framførslu hjá Trølla Pætur og ommuni. Marius DC, Tinganest, Grandma 's Basement og DJ Andru eru á skránni eftir midnátt
2023-08-23 14:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald