
Í samband við at Dugni nú hevur byrjað sítt virksemi í Suðuroynni, bjóðaði Dugni til almenna móttøku í SALT á Drelnesi í gjár, mikudagin 25. august.
Heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu skrivar, at fleiri enn 150 fólk vóru møtt fyri at hoyra um ætlanirnar hjá Dugna í Suðuroynni, og umframt allir býráðslimir í Suðuroynni og nógvar aðrar suðuroyingar vóru til staðar, so vóru meira enn 70 fólk komin suður við Smyrli at síggja og hoyra um ætlanirnar hjá Dugna í Suðuroynni. Umboð fyri Almannamálaráðið, millum annað landstýrikvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, vóru eisini til staðar.
Fleiri røður vórðu hildnar í SALT, eins og lokalur tónleikur var á skránni.
Tvøroyrar kommuna, hevur samstarva við Dugna um ætlanina og latið skrivstovu og goymslu hølir til Dugna á Tvøroyri, fyri at virksemið hjá Dugna kann fáa eina góða byrjan í Suðuroynni, skrivar tvk.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald