
Á fyrilestri á Segloftinum á Tvøroyri hóskvøldið, í sambandi við Umhvørvisvikuna, sum Tvøroyrar kommuna hevur skipað fyri, boðaði stjórin á Dugna, Hedvig Johansdóttir, frá, at Dugni letur eina deild upp í Suðuroynni, og at Eyðstein Jacobsen úr Hvalba er settur í starv sum deildarleiðari.
Sostatt fer Dugni at hava fýra deildir í Føroyum. Eyðstein Jacobsen byrjar í starvinum sum deildarleiðari 1. juni, og kemur hann saman við einum starvsfólki at mynda og skipa virksemið hjá deildini í Suðuroynni, skrivar Tvøroyrar kommuna.
– Tvøroyrar kommuna fegnast um avgerðina, og ynskir Dugna vælkomin til Suðuroynna og Eyðstein Jacobsen blíðan byr í starvinum.
Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Endamálið hjá Dugna er millum annað at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunnu fara til arbeiðis.
Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, sum hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald