Regin W. Dalsgaard gevst sum býlings- og marknaðarstjóri í SMS-samtakinum. Í hansara stað kemur Durita Nolsøe, sum fyrst og fremst fer at umsita vaksandi virksemið í sjálvari sølumiðstøðini. Regin W. Dalsgaard verður framhaldandi knýttur at SMS sum ráðgevi
Eftir góð fimm ár í sessinum sum býlings- og marknaðarstjóri í SMS gevst Regin W. Dalsgaard nú í hesum starvinum, og avloysarin er Durita Nolsøe.
- Stundin er komin at venda aftur til arbeiðslívið sum sjálvstøðugur ráðgevi. Í hesum sambandi fari eg framvegis at arbeiða fyri SMS-samtakið – serliga við konseptmenning og marknaðarførslu, sigur Regin W. Dalsgaard, ið frammanundan hevur drúgvar royndir sum sjálvstøðugur vinnurekandi á KT-økinum.
Starvið sum býlings- og marknaðarstjóri hevur verið býtt sundur í tvey høvuðsøki. Eitt økið hevur verið virksemið í SMS – t.e. felags tiltøk á torginum o.a. – og harumframt umsiting av Miðlon, sum P/F SMS eigur. Hin parturin av starvinum hevur verið at marknaðarføra Miklagarð, Mylnuna og Bónus umframt lutvíst at umsita onnur dótturfeløg í SMS-samtakinum.
Broytt starv
Starvið sum býlingsstjóri verður nú broytt eitt sindur, soleiðis at nýggi býlingsstjórin fyrst og fremst fer at umsita økta virksemið í sjálvari sølumiðstøðini.
- Eg eri fegin um møguleikan at taka við hesum avbjóðandi starvi. Eg síggi nógvar menningarmøguleikar í sølumiðstøðini, sum er karmur um eitt vaksandi virksemi, ið hevur stóran týdning fyri bæði fólk í høvuðsstaðnum og fyri føroyingar sum heild, sigur Durita Nolsøe, nýggjur býlingsstjóri í SMS.
Durita Nolsøe hevur fjølbroyttar royndir í vinnuni. Hon kemur úr einum starvi sum ognarseljari í Skyn, og undan hesum starvi var hon m.a. lýsingaráðgevi hjá Sansir og Kvinnu umframt sølufólk hjá MBM.
Durita Nolsøe tekur við starvinum 1. apríl, og fyrstu tíðina verður Regin W. Dalsgaard beinleiðis knýttur at starvinum sum ráðgevi hjá nýggja býlingsstjóranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald