Mentan

Duruflé Requiem í Hoyvíkar kirkju

Tað eru Tórshavnar Kamarkór og Tarira, sum saman við tveimum solistunum og tónleikarum fara at framføra undir leiðslu av Bernharði Wilkinson. Solistar eru ungu og evnaríku Hanne Marit Mordal Iversen og Aksel Frisnes. Urguleikari er Markus Tähti Dunseth og á sello Kristina á Váli

2022-11-01 13:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 6. nov. kl. 16 verður høvi at hoyra vakra og stórbæra verkið Requiem eftir Duruflé og hartil fleiri smærri yndislig kórverk í Hoyvíkar Kirkju.

Tað eru Tórshavnar Kamarkór og Tarira, sum saman við tveimum solistunum og tónleikarum fara at framføra undir leiðslu av Bernharði Wilkinson. Solistar eru ungu og evnaríku Hanne Marit Mordal Iversen og Aksel Frisnes. Urguleikari er Markus Tähti Dunseth og á sello Kristina á Váli.

Franska tónaskaldið og organisturin Maurice Duruflé skrivaði deyðsmessuna, Requiem op. 9, í tíðarskeiðnum 1941-1947. Verkið er skrivað fyri blandað kór, tveir sangsolistar, og hevur tríggjar ymiskar instrumenteringar at velja ímillum; eina við urgu og sello, eina við urgu og strúkiorkestur, og eina við urgu og symfoniorkestur. Tað er tann fyrstnevnda, ið verður brúkt í konsertini í Hoyvíkar kirkju.

Samstundis sum Duruflé skrivaði verkið, var hann eisini í gongd við eina suitu fyri urgu, har hann brúkti tema úr gregorianskum sálmasangi sum íblástur, og valdi tí eisini at brúka nøkur av somu temaum til deyðsmessuna.

Havandi í huga, at Duruflé sjálvur var organistur, er tað kanska ikki so løgið, at urgan spælir ein stóran leiklut í verkinum. Tað er tiltikið torført at spæla og setir eisini krøv til sjálva urguna.

Urgan í Hoyvíkar kirkju er nýliga umvæld og útbygd og er hon tann urgan her heima, sum í stíli og stødd hóskar seg best til hesa framførsluna.

Hini kórverkini á skránni eru:

Franz Biebl: Ave Maria

Felix Mendelssohn-Bartholdy: Den Er hat seinen Engeln

Charles Wood: Hail, Gladdening Light

Josef Rheinberger: Messa í E-moll

J.S. Bach: Komm Jesu Komm 

Hetta vikuskiftið eru eisini 15 ár liðin, síðan Hoyvíkar Kirkja var vígd, 4. nov. í 2007

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder