2020-04-24 19:37
Sandfrakt er í hesum døgum á Vágsfjørði og heldur áfram við arbeiðnum at dýpa framvið havnarlagnum.
Sandfrakt skal dýpa framvið Bakkafrost-kaiini, djúphavnini og framvið Smyrla-kaiini, og dýpt verður eisini útfrá bedingini hjá Vágs Skipasmiðju og longri inni á fjørðinum, skrivar Vágs kommuna
Talan er um eitt arbeiðið, sum byrjaði í fjør, men sum ikki varð gjørt liðugt. Arbeiðið fer væntandi at taka umleið tvær vikur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald